Enn ein leikari hjá Skála til Víking

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fótbóltsfelagið Víkingur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Ragnar Skálá fyri kappingarárini 2025 og 2026.

24 ára gamli Ragnar Skálá er álopssinnaður leikari, og spældi í júst farna kappingarárið við Skála. Hann er uppvaksin á Argjum, og hevur altíð spælt við AB, heilt fram til í ár. Ragnar hevur spælt 6 dystir á U21-landsliðnum.

Hóast Víkingur er kent fyri at brúka mest av egnum leikarum, so hava føroyameistararnir seinnu árini heintað fleiri góðar leikarar frá Skála, og Ragnar Skálá tann fjórði í røðini. Hinir eru Jákup Johansen, Ari Olsen og Poul Kalsberg.