HB boðar í morgun frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við norska áleyparan Emil Grønn Pedersen fyri kappingarárið 2025.
26 ára gamli Emil Grønn Pedersen spældi í summar við 27 dystir í Betrideildini við 07 Vestur, og hann skoraði níggju ferðir. Hendan leikaraflytingin hevur verið væntað í eina tíð.
Erik Grønn Pedersen hevur áðrenn hann kom til Føroya spælt mest í triðbestu deildini í Noreg. Eisini hevur hann fyri nøkrum árum síðan spælt nakrar dystir við Start í næstbestu deildini í Noreg.