Tá ið B36 skulu leika seinna dystin í Conference League ímóti HNK Rijeka, verður tað uttan Erlendur Magnusson. Tann 25 ára gamli Erlendur skal á lestrarørindi í Danmark og er tí givin í B36, sambært álítandi keldum.
Erlendur Magnusson hevur drigist við skaðar tey seinnu árini, men kom fyri seg aftur í fjør. Erlendur var so óheppin at slíta krossbandið tvær ferðir og hevur tí verið uttanfyri í eina rúma tíð. Fyrri skaðin hendi tann 30. september 2018 ímóti Víkingi í Sarpugerði.
Áðrenn skaðarnir byrjaðu í 2018 var hann fastur maður á B36 liðnum og var eisini einaferð upp á tal til landsliðið. Erlendur Magnusson hevur leikt 7 dystir fyri U21 landsliðið og 3 dystir fyri U19 landsliðið.
Hann var við aftur frá byrjan, tá ið Betri Deildin fór í gongd aftur og hevur leikt 12 dystir í ár.
Erlendur var við í hópinum í fyrra dystinum ímóti HNK Rijeka og kom inn á vøllin í nakrar minuttir. Tað kroatiska liðið fór heim aftur við einum 3-1 sigri á Tórsvølli.
B36 skal leika tann seinna dystin í Kroatia, dysturin verður ímorgin klokkan 19:15. Dysturin kann síggjast á Televarpinum, kostnaðurin er kr. 100.