Ert tú góður nokk – ert tú gamal nokk!

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Lionel Messi og Cristiano Ronaldo eru komnir hartil, at teir syngja síðsta vers sum fótbóltsleikarar, men tað verður neyvan nakað veruligt tómrúm, tí Jamal Musiala, Neco Williams og Lamine Yamal standa klárir at taka við.

Serliga Lamine Yamal hevur skarað framúr. Fulla navnið er Lamine Yamal Nasraoui Ebana. Hann kom í verðina tann 13. juli 2007 í Mataró, Spania. Pápin er marokkari, meðan mamman er úr Ekvatorguinea, sum er eitt land í Vesturmiðafrika.

Lamine Yamal er yngsti leikarin hjá FC Barcelona í La Liga, men yngsti leikarin nakrantíð er framvegis filipinski málrevurin Paulino Alcántara, sum spældi við Barcelona árini frá 1912 til 1927, tó undantikið árini 1916-18, tí hann var aftur á Filipsoyggjum. Paulino Alcántara var bert 15 ár, fýra mánaðir og 18 dagar gamalur, tá hann royndi seg á besta Barcelona-liðnum.

Metini hjá Lamine Yamal eru øtilig:

  • Yngsti leikari nakrantíð í EM-søguni
  • Yngsti leikari, sum hevur lagt upp til mál
  • Yngsti málskjútti í EM-søguni
  • Yngsti vinnari í EM-søguni
  • Yngsti vinnari av Besti ungi Leikarin í EM-søguni
  • Skapt flestar málmøguleikar (19)
  • Skapt flestar málmøguleikar í fríum spæli (16)
  • Skapt flestar risamøguleikar
  • Flest upplegg (4)

Ongin annar leikari var við í so nógvum sum Lamine Yamel undir EM-endaspælinum 2024