Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, spyr landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um møguleikan at seta á stovn installatørútbúgving í Føroyum.
Í spurninginum verður spurt, um hvørjar ætlanir eru, um fyrireikandi arbeiði er gjørt, og hvør metti kostnaðurin er fyri eina slíka útbúgving.
Hanna Jensen vísir á, at tørvur er á útlærdari arbeiðsmegi í handverksligum og tøkniliga geiranum. Serliga innan byggivinnuna eru nógv, sum eftir lokna útbúgving hava hug at taka eina hægri útbúgving, men halda tað óhøgligt at fara av landinum.
Hon metir, at tað kundi verið viðkomandi at ment yrkisútbúgvingar í Føroyum, sum geva møguleika at byggja oman á handverksútbúgvingina. Sum dømi nevnir hon elektrikarar, sum tykjast hava áhuga í at gerast installatørar.
Í Danmark verður installatørútbúgvingin veitt á vinnuskúlum og tekur tvey ár. Hon umfatar millum annað læru í elektriskum installatiónum, prosjektering, ráðgeving, trygd og grønum loysnum.
Hanna Jensenn nevnir, at hesir førleikar og yrkisútbúgvingar kunnu samsvara við tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, serliga við atliti at talgilding og grønum orkuskifti, sum Vakstrarforum hevur varpað ljós á.