Eru nummar 19 í heiminum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

U19-dreingirnir endaðu nummar 19 í heiminum, eftir at teir í dag vunnu dystin um 19. plássi 32-28 móti Tunesia.

Fyrri hálvleikur var javnur, og Tunesia førdi 13-12 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á teir fyrstu tíggju minuttirnar, men so drógu Føroyar frá Tunesia og avgjørdu dystin. Einu løtuna vóru átta mál á muni, og endin var, at Føroyar vunnu 32-28.

Jákup Egholm var dagsins leikari og toppskjútti við 10 málum.


Málskjúttar:

  • Jákup Egholm – 10 mál (3 brotskøst)
  • Pauli Rasmussen – 4 mál
  • Magnus Árason – 4 mál
  • Fríði í Innistovu – 4 mál
  • Rúnar Hammer – 3 mál
  • Haraldur Karlsson – 2 mál
  • Filip Haldansen – 2 mál
  • Helgi Halldórsson – 1 mál
  • Erlingur Erlendsson – 1 mál
  • Jón Midjord – 1 mál
  • Lýðar í Dímun -1 mál
  • Torkil Dahl
  • William Djurhuus
  • Jogvan Andreas Lamhauge
  • Ingi Johannesen (má) 13/32 (41%)
  • Bjarni G. Jacobsen (má) 2/9 (22%)