Føroyar tapti 1-0 fyri Lettlandi í dystinum um triðja plássið í Baltic Cup í gjár, eftir at Føroyar mátti leggja rygg til eitt lemjandi 4-1 tap fyri Estlandi leygardagin, ið hevði við sær, at Estland og Litava spældu ársins finalu í Baltic Cup.
Í finaluni spældu Estland og Litava, og talan gjørdist um ein spennandi dyst. Eftir at 90 minuttir vóru spældir, stóð á jøvnum 1-1, og so varð farið beinleiðis til brotssparkskapping.
Estiski málverjin, Karl Andre Vallner, bjargaði tvey tey fyrstu brotsspørkini, meðan málverjin hjá Litava bjargaði seinna brotssparkið, og tí vann Estland 4-3 í brotssparkskappingini, og harvið eisini ársins Baltic Cup.
Hetta er seinnu ferð, síðan Estland aftur bleiv sjálvstøðugt, at landið vinnur Baltic Cup.