Nú flest øll ross munu vera komin av summarbeiti og undir tak fyri veturin, verður dúgliga bílagt og leverað av hoyggi, og mongdirnar eru ikki smáar. Hvørt rossið etur fyri fimm túsund krónur um árið.
Á landsins størsta depli fyri ross, í Havnardali, har fleiri rossafeløg halda til, ganga leysliga mett eini 200 ross. Øll skulu tey eta, og vanliga skulu tey hava eini seks kilo í part hvønn dag av stráfóðri – gras um summarið og hoyggj um veturin.
Tað merkir at tey 200 rossini í Havnardali skulu hava 1,2 tons um dagin, ella 36 tons um mánaðin, sum svarar til so mikið sum 432 tons um árið. Og hetta er ikki øll rossini í landinum, minni enn so, um enn ein góður partur.
Bíligt er tað heldur ikki at fáast við ross. Fyri uttan fóður eru nógvir ymiskir kostnaðir – fjós, ríðiútgerð og hvørt av sínum.
Prísurin á hoyggi liggur um 4,68 kr per kilo sambært MBM Búrøkt. Tað merkir at hevur tú eitt ross, skalt tú brúka góðar 10 túsund kr um árið bara fyri hoyggj minus grasið summarmánaðirnar, also runt roknað eini 5.000 kr. um árið fyri hvørt ross. Fyri 200 ross verður tað so ein millión tilsamans.