Eva var best umtókta navnið hjá gentum, ið vórðu føddar í fjør.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir gentunøvn.
Heili seks gentur fingu navnið Eva, meðan nøvnini Bára, Bjarta, Elvira, Tóra og Lilja øll eru á øðrum plássi, tí hesi nøvnini vórðu vald fýra ferðir hvørt.
Best umtókta gentunavnið, Eva, er vorðið eitt av nøvnunum, ið gongur aftur á listanum fyri best umtókta navn á gentum. Eva var eisini best umtókta navnið í árunum 2018, 2017, 2015, 2014 og 2011. Síðani 2010 hava 67 gentur fingið navnið Eva.
Bjarta er vanliga ikki á listanum yvir best umtóktu gentunøvnini. Tað vóru fýra gentur, ið fingu navnið Bjarta í 2022. Tær vóru eisini fýra í 2008.
Bára var best umtókta navn hjá gentum føddar í 2003 og næstbest umtókt í 2006, tá vóru tær eisini fýra í tali eins og í 2022. Fýra gentur fingu navnið Tóra í 2022, tær vóru eisini fýra í 2020. Lilja hevur verið á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini nakrar ferðir seinastu árini. Í 2018 og 2020 var Lilja næstbest umtókta navn millum gentur.
Sum nakað nýtt er Elvira fyri fyrstu ferð á listanum fyri best umtóktu gentunøvnini. Fýra gentur fingu navnið Elvira. Elvira er eisini navnið, sum tekur longsta lopið á listanum fyri best umtókta navn og klintrar av einum 269. plássi. Tað búðu tvífalt so nógvar Elvirur í Føroyum í 2022 sum í 2021.
Onnur vælumtókt nøvn hjá gentum eru eitt nú nøvnini Heidi, Bjørg og Isabella. Seks gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn.