Everton sendir Dyche til hús

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Everton boðar frá, at felagið hevur koyrt Sean Dyche úr starvinum sum venjari, bert fáar tímar áðrenn FA Cup-dystin móti Peterborough. Hesa tíðindi koma einans mánað eftir, at The Friedkin Group keypti felagið. Allir hjálparvenjararnir hjá Sean Dyche eru eisini sendir til hús.

Ein av fyrrverandi venjarunum hjá Everton, David Moyes verður mettur at vera besta boðið at yvirtaka eftir Sean Dyche. David Moyes var seinast venjari hjá West Ham, har hann gavst í summar.

Fyrrverandi leikarin hjá Everton, Leighton Baines, og liðskiparin, Seamus Coleman, skulu taka sær av at leiða liðið í dystinum í FA Cup móti Peterborough klokkan 19.45 í kvøld. Teir báðir hava fyribils ábyrgdina av liðnum til nýggjur venjari er settur.

Sean Dyche tók við sum venjari hjá Everton í januar 2023 og leiddi felagið til eitt 17. pláss í Premier League og slapp akkurát undan niðurflyting. Í síðsta kappingarári endaði Everton á einum 15. plássi.

Everton hevur ikki vunnið ein dyst síðan 4. desembur, og tapti seinasta dysti móti Bournemouth. Í átta av tíggju dystum hava teir einki mál skorað. Bert tríggjar sigrar í 19 dystum í Premier League er tað vorðið til hetta kappingarárið, og Everton liggur í løtuni á einum 16. plássi.