– Vit hava fingið eina góða byrjan upp á hesa undankappingina, og nú fara vit eftir tí góða úrslitinum í Andorra.
Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF, sum í kvøld skal royna seg í EM-undankappingardysti á útivølli móti Andorra.
Tá liðini hittust á Djúpumýru í Klaksvík í summar, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málini skoraðu Jørgen Nielsen og Gutti Dahl-Olsen.
– Umstøðurnar her í Andorra eru góðar, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Okkara spælarar eru eisini væl fyri, so nú skulu vit bara hugsavna okkum um sjálvan dystin, og vónandi hava vit stig í viðførinum tá vit koma heim aftur. Tað er í øllum føri tað, ið vit fara eftir, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Undan dystinum í kvøld eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við fýra stigum, meðan Andorra er nummar fimm við trimum stigum. Portugal er fremst við níggju stigum, Grikkaland hevur fimm stig, og á triðja plássi er Kroatia, eisini við fýra stigum. Nummar seks er Belarus, ið eins og Andorra, hevur trý stig.
U21-landsdysturin millum Andorra og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 19, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.





Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo
Myndir: www.fsf.fo