

Eyðun er væl nøgdur við hópin hann hevur við sær til Baltic Cup
05.06.2026Í morgin klokkan 16 spælir føroyska manslandsliðið hálvfinalu í Baltic Cup í Pärnu móti vertslandinum, Estlandi. 9. juni spæla okkara móti antin Litava ella Lettlandi. Landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein er væl nøgdur við hópin hann hevur við sær til Baltic Cup. Hann heldur eisini talan er um hóskandi mótstøðu mett í mun til mótstøðuna, ið bíðar í Nations League í heyst, tá Moldova, Kasakstan og Slovakia vera mótstøðuliðini.
















