Í dag gjørdist greitt, at Eyðun Klakstein verður venjari hjá manslandsliðnum í fótbólti, og at Atli Gregersen verður hjálparvenjari.
Higartil er eingin annar settur í nýggja venjaratoymið. Men Christian Andreasen, forseti í fótbóltssambandinm, segði á tíðindafundinum, at líka stór fíggjarlig orka verður hjá Eyðuni Klakstein at finna venjarar og aðrar hjálparar til nýggja toymið rundan um landsliðiðið, sum hjá undanfarna landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson.
Håkan Ericon hevði tað størsta venjara- og hjálpartoymið, sum nakar landsliðsvenjari hevur havt, og tilsamans vóru eini 20 fólk knýtt at toyminum, tó ongantíð øll í senn.
Umframt venjaran vóru millum annað aðrir venjarar av ymskum slagi, fysiskur venjari, mentalur venjari, læknar, fysioterapeutar og skótar knýttir at toyminum.
Nú skulu Eyðun Klakstein og Atli Gregersen saman við fótbóltssambandinum seta eitt nýtt toymið saman, og tað má arbeiðast skjótt, tí fyrsti landsdysturin verður longu spældur móti Kekkia á útivølli 22. mars.
Tá ið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vóru fyribils venjarar í novembur, vóru nógv nýggj fólk við venjaratoyminum samanborið við toymið hjá Håkan Ericson.