Tú lurtar eftir

Eyðun fegnast um at Føroyar hildu nullið

09.10.2025

Hoyr landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein í samrøðu við Pætur Nolsøe seta orð á størsta føroyska undankappingarsigurin nakrantíð, 4-0 á Montenegro á Tórsvølli. Eyðun fegnast um góða avrikið, og ikki minst, at hansara menn megnaðu at halda málið reint. Hann hevði tó einki havt ímóti, at tvey av málunum vóru komin í tveimum øðrum dystum, so stigini vóru fleiri. Nú verður farið í holt við fyrireikingarnar til dystin móti Kekkia við góðum treysti.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)