Fyri løtu síðan vóru Eyðun Klakstein og Atli Gregersen almannakungjørdir, sum ávíkavist nýggjur landsliðsvenjari og hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í fótbólti. Talan er um ein tvey ára sáttmála.
Tað var ikki so nógv nýtt í hesum, tí í nakar dagar hevur tað verið mest sum greitt, at teir báðir skuldu taka sær av landsliðnum komandi árini.
Christian Andreasen, forseti í fótbóltsamandinum, segði á tíðindafundinum í morgun, at tað er gott við einari føroyskari loysn.
Hann heldur, at vit skulu trúgva upp á egan mátt og megi, og at hetta er besta loysini í løtuni. Teir hava víst okkum, at teir duga, sigur Christian Andreasen.
Um setanartilgongdina segði Chistian Andreasen, at fótbóltssambandið hevur hildið tíðarætlanina, og tilgongdin hevur verið púra vanlig. Hann segði eisini, at ein konsulentfyritøka hevur hjálpt fótbóltssambandinum.
Nýggi landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, takkaði fyri álitið. Hann heldur, at landsliðsvenjarastarvið er mest krevjandi starvið í føroyskum ítrótti.
– Vit skulu hava greiðan samanhang millum, tað vit eru, og tað vit gera. Vit skulu seta okkum stór mál og trúgva upp á, at tað ber til, segði Eyðun Klakstein.
– Eg er klárur at fara í gongd og ætli mær at fáa gott samstarv við fótbóltsumhvørvið. Vit skulu minnast til, at fótbóltur er ein fólkslig ítróttagrein, segði Eyðun Klakstein.