Nú tykist endiliga greitt, at tað verður Eyðun Klakstein, sum verður nýggjur landsliðsvenjari hjá manslandsliðnum í fótbólti. Somuleiðis bendir alt á, at Atli Gregersen verður hjálparvenjari.
Fótbóltssambandið hevur boðað til tíðindafund í morgin, og tá verður staðfest, at Eyðun Klaksstein og Atli Gregersen verða nýggja venjaratoymið hjá manslandsliðnum
Tað hevur tikið drúgva tíð at seta nýggja landsliðsvenjaran, eftir at Håkan Ericson var sendur til hús í oktobur.
Eyðun og Atli tóku fyrst yvir tveir dystir og loystu uppgávuna so mikið væl, at tað tað skjótt var greitt, at tey flestu í fótbóltsføroyum vildu hava teir at halda fram.
Fótbóltssambandið leyp kortini ikki framav og hevur brúkt eina útlendska ráðgevingarfyritøku at hjálpa sær at finna nýggjan landsliðsvenjari.
Seinastu vikuna hevur tó verið meira ella minni greitt, at fótbóltssambandið hevur verið í samráðingum við Eyðun Klakstein, og tað hevur verið líka so greit, at tann stóri knúturin hevur verið, um hjálparvenjarin Atli Gregersen framvegis skuldi sleppa at spæla fótbólt á hægsta stigi við Víkingi.
Nú tykisti hesin knúturin at vera loystur, og helst fæst at vita tíðindafundinum í morgun, hvussu fótbóltsframtíðin hjá Atla Gregersen sær út.
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava seinasta hálvtannað árið verið venjarar hjá U21-landsliðnum, og úrslitini hava verið góð.