,

Eyðun: Onkrar broytingar verða móti Norðurmakedonia

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Trygvi Absalonsen hitti í dag landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein, niðri í Skopje í Norðurmakedonia undan landsdystinum móti Norðurmakedonia sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð.

Eyðun Klakstein heldur, at tað er avgerandi, at vit forða teirra avgeradi leikarum at skora.

Einastu ivamálini undan dystinum eru Teitur Gestsson og Hallur Hansson. Eisini eru menn troyttir eftir ein harðan dyst móti Armenia, og onkrar broytingar verða. Ikki tí at nakar spældi illa, men fyri at fáa nýggja orku á liðið.

At enda sigur Eyðun Klakstein, at Føroyar fara at gera alt fyri tryggja Føroyum annað plássið í bólkinum.

Lurta eftir allari samrøðuni við Eyðun Klakstein niðanfyri