Í kvøld klokkan 17.00 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti móti Armenia í Nations League á útivølli í armenska høvuðsstaðnum Jerevan.
Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 16.50. Viðmerkjari verður Agnar Prestá.
Trygvi Absalonsen hitti fyribils landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein, eftir tíðindafundin í gjár.
Eyðun Klakstein letur væl at fyrireikingunum, hóast tíðin hevur verið avmarkað. Hann sigur, at teir hava brúkt tíðina so gott, sum teir kunnu bæði við fundum, samtalum og venjingum.
Landsliðsvenjarin heldur seg eisini hava eitt strekt, væl blandað spennandi lið, og sama hvat lið hann setur á vøllin, so koma góðir leikarar at sita á beinkinum.
Hann væntar tó at brúka hópin væl, bæði í einstaku dystunum og millum dystirnar báðar móti Armenia og Norðurmakedonia.
Eyðun Klakkstein sigur, at broytingar eru gjørdar í nøkrum prinsippum, hvussu mann verjur og hvussu mann leypur á. Hann sigur tó, at teir hava verið pragmatiskir og hava ikki gjørt nakra kollvelting.
Hann sigur viðari, at venjaratoymið hevur kanna styrkir og veikleikar hjá mótstøðuliðunum og hava lagt eina spæliætlan eftir tí.
Einasti leikari, sum er ivasamur er Hallur Hansson, og tað er Eyðun Klakkstein harmur um, tí Hallur Hansson var veruliga farin at líkjast sær sjálvum eftir drúgvu skaðarnar seinnu árini. Eyðun væntar ikki, at Hallur Hansson spælir fyrra dystin móti Armenia.
At enda sigur, landsliðsvenjarin, at hann vónar at síggja eitt føroyskt lið, sum hevur eitt ordiligt føroyskt úttrykk við góðari organisation í verju, og sterkum vilja at stríðast og hjalpa hvøjrum øðrum. Og so vónar hann eisini at síggja nakað av góðum bóltspælið, tí at vit hava góðar fótbóltsspælarar.
Lurta eftir allari samrøðuni niðanfyri