Eyðvør heldur fram sum forkvinna í Handilsvinnufelagnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna í Handilsvinnufelagnum. Tað var staðfest, eftir at limirnir í felagnum savnaðust til árliga aðalfundin í Vinnuhúsinum í seinastu viku. Eyðvør varð fyrstu ferð vald í nevndina í 2018.

Á aðalfundinum varð eisini staðfest, at Hilmar Sam Lamhauge og Claus V. Christensen halda fram sum nevndarlimir. Teir stóðu fyri vali, og báðir tóku við afturvali. Hallur Djurhuus er valdur sum tiltakslimur.

Tað merkir sostatt, at nevndin í Handilsvinnufelagnum heldur fram við somu manning. Nevndin er til reiðar at taka næstu stigini í arbeiðinum at menna og styrkja handilsvinnuna í Føroyum.

Tey, sum manna nevndina, eru:

  • Eyðvør Berg, Berglon (forkvinna)
  • Claus V. Christensen, Solar (nevndarlimur)
  • Gunnar Mohr, PM (nevndarlimur)
  • Hilmar Sam Lamhauge, Effo (nevndarlimur)
  • Sóleyð P. Hansen, MBM (nevndarlimur)
  •  Hallur Djurhuus, Á (tiltakslimur)

Mynd: Uttast frá vinstru: Eyðvør Berg, Claus V. Christensen, Hilmar Sam Lamhauge, Gunnar Mohr og Sóleyð P. Hansen.