Mikudagin klokkan 17.00 verður alment hátíðarhald fyri Jóannesi Joensen ella Bass Elivs í miðhøllini í Leirvíkar skúla.
Jóannes Joensen, sum vann ársins útvarpshitt við sanginum Tú skalt syngja tær ein sang, fer at undirhalda og syngja fyri okkum. Kommunan bjóðar ein drekkamunn, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í hesum hugnaliga tiltaki.
Jóannes Joensen vann við imponerandi 2.864 atkvøðum, sum er 27 prosent av teimum 10.420 innkomnu atkvøðunum.
Hann var bæði fegin og eyðmjúkur um heiðurin og nýtti høvið at takka øllum, sum hava stuðlað honum á leiðini.