Eysturoyartunnilin er opin aftur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgreglan boðar frá, at Eysturoyartunnilin er opin aftur, eftit at hann var stongdur fyrr í dag orsaka av einum ferðsluóhappi.

Ein bilur koyrdi inn í rundkoyringina, og ein kona var flutt á landsjúkarhúsið. Bilurin fór illa, og listaverkið Dansiringurin hjá Tróndi Patursson fekk eisini skaða.