Viðhaldsfólkini vóru nóg illa komin inn á Crystal Palace leikvøllin í London, tá Bob Chatt skoraði skjótasta málið nakrantíð í einari FA Cup finalu. Devey spældi Hoggetts, sum legði innfyri, har Athersmith legði bóltin av til Chatt, sum rakti í ein mótstøðuleikara, tá ið hann hálvfluktaði bóltin í málið. 30 sekundir gingu frá tí, at dómarin setti dystin í gongd, til bólturin lá í málinum hjá West Bromwich Albion.
FA Cup kappingin fór av bakkastokki í 1871 og er heimsins elsta fótbóltsstevna. Frá byrjan av hevur vinnarin havt steypið í varðveitslu, til eitt annað lið vinnur kappingina. Í 1895 vann Aston Villa 1-0 á West Bromwich Albion í finaluni. Fyri at deila bragdið saman við fjepparunum, vísti Villa steypið fram í sýnisglugganum hjá William Shillcock, sum seldi fótbóltsútgerð í grannalagnum, men tá ið hr. Shillcock møtti til arbeiðis um morgunin, varnaðist hann, at eitt rán var framt í handlinum.
Steypið varð stolið úr framsýningarglugganum hjá fótbóltsskraddaranum, William Shillcock, í Newton Row, Birmingham eftir finaluna og kom ongantíð afturíaftur, hóast finningarlønin ljóðaði upp á £10. Sambært løgregluni varð steypið stolið millum kl. 21.30 tann 11. september og klokkan 7.30 morgunin eftir saman við reiðum peningi úr einari skuffu.
Steypið varð loyst av einum eftirgjørdum steypi, sum fyrrverandi Aston Villa og landsliðsleikarin, Howard Vaughton, hevði evnað til. Hann hevði fingið sær eina silvursmiðju, tá hann gavst at spæla. Aston Villa fekk eina bót á £25 frá enska fótbóltssambandinum fyri at útvega nýtt steyp. (Nýggja steypið varð brúkt fram til 1910 og er í varðveitslu hjá National Football Museum í Preston).
Í 1958 viðgekk hin 83-ára gamli fyrrverandi brotsmaðurin, Harry Burge, at hann hevði stolið steypið og at hann hevði smeltað steypið umaftur fyri at gera falsaðar myntir. Hóast hann játtaði seg sekan, so kundi hann ikki prógva, at hann hevði verið við til brotsverkið og slapp sostatt undan revsing.