,

Fáa møguleika at gjalda heilivág í pørtum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heilsumálaráðið hevur sent uppskot um kunngerð til hoyringar, sum gevur borgarum møguleika at rinda egingjaldið til tilskotsheimilaðan heilivág í pørtum javnt býtt út á tilskotsárið. Harumframt fær borgarin yvirlit yvir, hvat er goldið og útflýggjað í tilskotsárinum við atliti at tilskotsheimilaðum heilivági.

Uppskotið hjálpir teimum borgarum, ið hava trupulleikar við at rinda alt egingjaldið í einum, serliga tá ið talan er um kostnaðarmiklan heilivág. Við kredittskipanini, sum uppskotið fevnir um, verður egingjaldið býtt í tólv eins stórar partar, sum borgarin rindar um mánaðin.

Apoteksverkið fær heimild til at veita kreditt fyri egingjaldið, tó við ásettum treytum. Til dømis skal borgarin hava útreiðslur til tilskotsheimilaðan heilivág, stovna fasta gjaldsavtalu og vera skuldafríur við atliti at Apoteksverkinum.

Borgarar kunnu søkja um kredittskipanina umvegis Vangan ella á apotekinum. Tá ið teir eru partur av skipanini, rinda teir eitt fast mánaðargjald og sleppa undan at gjalda fyri heilivágin, tá ið hann verður útflýggjaður.

Skipanin kann verða uppsøgd av heilivágsbrúkaranum, og Apoteksverkið ger endaliga uppgerð við borgaran við endan av tilskotsárinum.

Hoyringsfreistin er 30. mai, og kunngerðin kemur í gildi 1. septembur 2025.