Fáa stuðul at lýsa hvussu tað er at vera fosturforeldur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Vit í Fosturforeldrafelagnum eru fegin um at hava fingið 213.000 krónur í stuðli frá Granskingarráðnum til at gera ein spurnarkanning, sum skal lýsa tað at vera fosturforeldur.

Tað skrivar Fosturforeldrafelagið í tíðindaskrivi, sum við spurnarkanning ætlar at seta sjóneykuna á fosturforeldur, og geva fosturforeldrum eina rødd og lýsa eitt øki, sum er ógvuliga týdningarmikið, men samstundis rættiliga ósjónligt í samfelagnum, sambært Fosturforeldrafelagnum.

– Lítlar og ongar broytingar eru hendar á økinum, og ongin eftirmeting er gjørd av skipanini í mun til fosturforeldur og uppgávu teirra, síðani barnaverndarlógin kom í gildi í 2006, stendur millum annað at lesa í tíðindaskrivinum.

Felagið sigur, at flestu fosturforeldur hava drúgva royndir, og tað liggur ein stór vitan í hvørjum einasta fosturheimi, sum kann koma øðrum til góðar, og sum kann vera við til at vísa á gongdar leiðir fyri hetta øki framyvir.

– Tí kann ein spurnarkanning sum henda verða við til at mynda tær broytingar og betringar, sum koma í framtíðini og kann geva haldgóða vitan um, hvar neyðugt er at seta inn, sigur felagið.

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum Djóni Nolsøe Joensen hevur boðað frá, at ætlanin er at fara til verka við einum arbeiði, har fosturforeldraskipanin skal eftirhyggjast.

– Vitanin, sum fæst til vega við hesi spurnarkanning, kann vónandi vera við til geva politiska myndugleikanum eina heildarmynd av umstøðunum hjá fosturforeldrum, og eitt gott grundarlag at taka avgerðir um eina framtíðar fosturforeldraskipan, sigur Fosturforeldrafelagið.