Meta, sum er felagið, sum eigur bæði Facebook og Instagram, fer í næstum at forða fyri, at tíðindatilfar kann leggjast á Facebook og Instagram í Kanada.
Avgerðin kemur sum svar til nýggja lóggávu í Kanada, sum krevur, at tíðindamiðlar skulu rindast fyri tilfar, sum verður lagt út á sosialu miðlarnar.
Meta hevur tikið líknandi avgerð fyrr. Hetta var í 2021, tá Meta stongdi fyri tíðindatilfari á Facebook og Instagram í Avstralia, eftir at avstralska stjórnin hevur sett í gildi líknandi lóggávu, og Kanada hevur nú.
Meta og australska stjórnin komu tá kortini ásamt um eina semju, ið hevði við sær, at australar aftur kunnu luta út tíðindatilfar á sosialu miðlunum.
Um nýggju kanadisku lóggávuna sigur Meta, at hon tekur ikki hædd fyri, at sosialu miðlarnir báðir virka. Meta hevur ikki ræði á, hvat tíðindatilfar verður lagt út á sosialu miðlarnar, og lóggáva, sum fer at áleggja Meta at rinda fyri tilfar, ið brúkararnir leggja út, fer ikki at virka. Og av somu orsøk hevur Meta ístaðin valt at steingja fyri møguleikanum at luta út tíðindatilfar á Facebook og Instagram í Kanada.
Google hevur eisini gjørt vart við, at lóggávan fer ikki at virka, og at neyðugt verður við øðrum loysnum.
Kanadiska stjórnin hevur víst á, at tað er ikki meira enn rætt, at tíðindamiðlar verða løntir fyri tað arbeiðið, sum teir gera.
Sambært BBC hevur ein óheft greining víst, at við nýggju lóggávuni stóðu kanadiskir miðlar til at fáa upp til 250 milliónir dollarar um árið frá talgildu pallunum.