Tann 29. juni 2003 kunngjørdi Perugia nýggja keypið, sum var ein áleypari og eisini sonur libyska leiðaran, Muammar Gaddafi.
Saadi Gaddafi byrjaði fótbóltslívsleiðina hjá Al-Ahly Tripoli í 2000, men skifti í 2001 til sambýarliðið Al-Ittihad. Sama ár varð hann kosin ársins áleypari og skoraði 20 mál fyri Al-Ittihad í 74 landskappingardystum.
Miðskeiðis í juni 2003 byrjaði Gaddafi, sum eisini var liðskipari á libyska landsliðnum, at venja við Perugia og tann 29. juni kunngjørdi felagið, at tað hevði gjørt ein tvey-ára sáttmála við hann. Men fyrst mátti hann taka seg úr nevndini hjá Juventus og lata partabrøvini í felagnum frá sær. Beinanvegin høvdu atfinningarsamar røddir á orði, at talan var um lýsingasnildir, men forsetin hjá Perugia, Luciano Gaucci, tvíhelt um, at talan var eitt leikaraskifti og mælti: “Fram um alt trúgvi eg upp á hann sum persón og hansara eginleikar sum leikara.”
Fótbóltsførleikarnir komu kortini ongantíð ordiliga til sjóndar og Gaddafi spældi bert ein dyst fyri Perugia í tvey kappingarár. Og tann dysturin kom eftir, at hann hevði fingið tríggjar mánaðar bann fyri at taka steroidir, tá dopingroyndin vísti positivt úrslit. Í 2005 spældi hann eitt kappingarár við Udinese, men spældi aftur bert ein dyst, áðrenn hann skifti til Sampdoria, har hann ongan dyst spældi og gavst síðani at spæla í 2007.