Færri doyggja av krabbameini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Færri føroyingar doygga av krabbameini, tað vísa samlaðu tølini fyri øll sløg av krabbameini, sum eru tøk í dátugrunninum, NORDCAN, sum vísir krabbameinstøl fyri 50 sløg av krabbameini í Norðurlondum. Tað sigur Heilsustýri í tíðindaskrivi.

Tá ið tá hugt verður eftir øllum sløgum av krabbameini samlað, liggja Føroyar tó nakað niðan fyri hini Norðurlondini.

Dátugrunnurin NORDCAN hevur upplýsingar um tilburðir, deyðatøl, og tøl fyri persónar, sum liva við krabbameini og yvirliving. Yvirliving av krabbameini verður roknað sum 1-ára og 5-ára yvirliving, sum vísir, hvussu stórur partur av teimum, ið hava fingið staðfest krabbamein, enn eru á lívi eftir ávikavist eitt og fimm ár.

Tølini vísa, at Føroyar liggja á ymsum plássum samanborið við hini Norðurlondini.

Fyri bróstkrabba hevur gongdin verið sera positiv, og føroyskar kvinnur liggja næstovast í Norðurlondum fyri 5-ára yvirliving.

Yvirlivingin hjá monnum við prostatakrabba er batnað, og Føroyar eru nú miðal.

Tølini fyri tarmkrabba vísa, at 1-ára yvirliving er jøvn við hini Norðurlondini, meðan 5-ára yvirliving fyri kvinnur er ovast.

Gongdin er minni góð fyri eggjastokka- og eggjaleiðarakrabba, har føroyskar kvinnur hava lægstu 5-ára yvirliving samanborið við hini Norðurlondini.

Heilsustýrið umsitur føroysku Krabbameinsskránna, sum veitir tøl til NORDCAN. Hetta er eitt týðandi amboð til at greina útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum og leggja arbeiðið í sjúkrahúsverkinum til rættis.


Nýggjastu føroysku krabbameinstølini síggjast her