Talið av innfluttum nýggjum akførum heldur fram at minka. Tað sæst í tølum frá Akstovu Føroya.
Fyrstu tíggju mánaðarnar lækkaði talið av nýggjum akførum við 416 samanborið við 2023, 1364 í ár og 1780 í fjør. Tað er ein minking á 23, 37 prosent.
Sølan av nýggjum persónbilum minkaði úr 1315 niður í 954. Tað merkir, at 361 færri persónbilar vóru seldir tíggju teir fyrstu mánaðarnar í ár samanborið við í fjør. Tað er ein minking á heili 27, 45 prosent.
Í næstan øllum akfarsbólkum er minking í talinum av nýggjum innfluttum akførum. Kortini vóru fýra fleiri nýggjar motorsúkklur innfluttar teir fyrstu tíggju mánaðarnar, 10 í ár samanborið við 6 í fjør.
Fleiri gomul akfør innflutt
Meðan føroyingar keypa færri nýggj akfør, so var sum heild vøkstur í innflutningingum av brúktum akførum. Serliga í bólkinum brúktir persónbilar var stórur vøkstur, og fyrstu tíggju mánaðarnar í ár komu 188 brúktir bilar til landið samanborið við 104 í fjør. Tað er ein vøkstur á heili 80,77 prosent.
Stórur vøkstur er eisini í bólkinum brúktir vøruvognar, og 33 brúktir vøruvognar vóru innfluttir samanborið við 18 í fjør.
Samanlagt vóru 331 brúkt akfør innflutt fyrstu tíggju mánaðarnar. Í fjør var hetta talið 236, so vøksturin er 95 akfør ella 40,25 prosent.