FAG: Haldførið í búskapinum má tryggjast

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í ársfrágreiðingini hjá Føroya arbeiðsgevarafelag, sum varð løgd fram á aðalfundinum hjá felagnum fríggjadagin, gjørdi felagið greitt, at tað almenna má gera átøk fyri at betra um haldførið í búskapinum.

Í ársfrágreiðingini sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hóast hugurin at brúka pengar er stórur, so er hugurin at vaksa um føroyska búskapin og at styrkja um haldførið minni.

Tað eru serliga átøk, ið skulu koma vinnulívinum til góðar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar.

-Fyri vinnulívið, sum er vakstrarmotorurin í føroyska búskapinum, er tað torført at minnast eitt einasta uppskot, sum hevur havt til endamáls at betra um karmarnar fyri vinnulívið. Tvørturímóti hevur tað higartil snúð seg um at økja gjøld og at avmarka møguleikar, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tað ber ikki til at byggja land við at avmarka møguleikar, og at neyðugt er at eggja til fyritaksvirksemi, soleiðis at landið fær neyðugu inntøkurnar til at skapa vælferð fyri.

Arbeiðsgevarafelagið sigur víðari, at hetta er neyðugt at hava í huga, nú ætlanir eru um at stytta arbeiðsvikuna og gera aðrar broytingar, sum vaksa um útreiðslurnar og minka um inntøkurnar hjá bæði tí privata og tí almenna.

Eisini heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tørvur er á einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum avmarkar vøksturin í almennu útreiðslunum, og at neyðugt er at gera nýskiparnir, sum kunnu effektivisera almenna sektorin.

-Økt gjøld og øktur skattur á vinnuna má ikki blíva ein koddi, sum hevur við sær, at vit ikki gagnnýta teir effektiviseringsmøguleikar, sum eru í einum betraðum undirstøðukervi og øktari talgilding, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.