,

Fagraberg verður skjótt 20 ár nýggjari

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Um eitt gott ár verður uppsjóvartrolarin Fagraberg endurnýggjaður, boðar reiðaríið Framherji frá. Sáttmáli er gjørdur við hetlendingar um yvirtøku av núverandi ‘Serene’, soleiðis at hesin kemur í tann føroyska flotan í 2026 sum nýggjur Fagraberg.

Tann 82 metur langi, komandi Fagraberg varð bygdur í 2018 á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, sum í løtuni byggir nýggjan ‘Serene’ fyri hetlendingar. Har hevur so Framherji keypt tann eldra ‘Serene’ til levering í 2026.

“Hetta skipið er væl egnað til svartkjaftaveiði,” segði Svenning Hansen, tekniskur leiðari á Framherja, “eitt nú tá tað kemur til stødd, motor, dekkið aftan og annað.”

Sambært Anfinn Olsen, reiðara, er skipið í sera góðum standi og lítið og einki slitið.

Núverandi Fagraberg, fyrrverandi Krúnborg, varð bygdur í 1999 og yvirtikin av Framherja í 2006. Hann hevur í 25 ár fiskað umleið 52.000 tons um árið í miðal, serliga av svartkjafti, ella tilsamans meira enn 1,3 milliónir tons.

Svartkjaftaveiðin krevur nógv av skipunum, ikki minst tí talan er um stórar nøgdir sum føroyingar eiga av hesum fiskaslagi.

“Svartkjafturin er okkara størsti stovnur og verður fiskaður í ringastu árstíð,” segði Anfinn Olsen herfyri við FM1. “Tað merkir at tað er ofta sjaskveður ella illveður har, og tað ger tað ikki lættari at fiskaríið fer fram rættiliga langt burturi frá landi. So svartkjafturin setir øgiliga stór krøv til tann sum skal fiska hann. Tað ber tað snøgt ikki til at fáast við tað fiskaríið uttan við rættiliga stórum og munadyggum skipum. Og skulu vit framhaldandi taka lut í tí vinnuni, mugu vit eisini fylgja við tíðini.”