Klokkan 16 fóru umboð fyri fleiri fakfeløg á fund í Smæruni at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum, nú verkfall er í 4. vikuni.
Formaðurin í Starvsfelagnum, Suni Selfoss, hevur boðið til fundar. Hann mælir í innbjóðingini til, at fakfeløgini vísa, at tá ið á stendur, so standa tey saman.
– Tað er umráðandi at fakfedløgini standa saman, tá ið elin ella fleiri av okkum stríðast fyri at betra um viðurskiftini hjá løntakarunum, stendur millum annað í innbjóðingini.
– Endamálið er at samla fakfelagsrørsluna. At vísa, at vit sum fakfeløg taka støðuna í størsta álvara og at vit ikki bara sita upp afturá og lata sum einki. At fakfelagsrørslan hittist upp á henda mátan, ger, at tað leggur eitt ávíst press á mótpartin og gevur fakfeløgunum eitt eyka gear og mót. Samstundis signalera vit, at vit hóast alt standa saman tá á stendur, sigur Súni Selfoss.
Umboð fyri verkafeløgini luttaka á fundinum og greiða frá, men í fyrstu atløgu er ikki meiningin, at fakfeløgini skulu koma fram til eina niðurstøðu, ella eina felags útmelding. Heldur verður viðgjørt, hvørjar møguleikar fakfeløgini hava fyri at vísa stríðandi verkafeløgum sín stuðul.