, ,

Fallið hjá City

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Manchester City kappast við Arsenal um at vinna enska meistaraheitið anno 2023. Tann 3. mai 1998 sóu útlitini hjá City nógv øðrvísi út, tí tá flutti Manchester City FC niður í triðbestu deildina.

Tað var aðruferð í trý ár, at City flutti niður, tí teir fluttu eisini niður úr Premier League í 1996. Fleiri felagsstjórar royndu seg í heita stólinum. Alan Ball fekk sekkin í byrjanini av kappingarárinum 1996-97 og varð avloystur av Steve Coppell, sum segði seg úr starvi nakrar vikur seinni og grundgav tað við, at starvið var alt ov stressandi. City vendi sær síðani til fyrrverandi Nottingham Forest felagsstjóran, Frank Clark, sum stjórnaði liðnum til eitt 14. pláss. Tá stríðið hjá City helt áfram árið eftir, so fekk Clark sekkin í februar 1998 og varð avloystur av fyrrverandi Oldham og Everton felagsstjóranum, Joe Royle.

City tapti niðurflytingarstríðið í Division One á síðsta spælidegi tann 3. mai 1998. City byrjaði á næstaftasta plássi við 45 stigum; bara eitt stig aftan fyri Port Vale, Portsmouth og Stoke. City vann 5-2 á Stoke, men Port Vale og Portsmouth vunnu eisini sínar dystir, so City endaði á triðaftasta plássi; eitt stig undir niðurflytingarstrikuni og flutti niður í Division Two.

Joe Royle megnaði at venda gongdini, tá liðið í fyrstu royndini flutti upp aftur í Division One í 1999 og síðani upp aftur í Premier League í 2000, men hann fekk kortini sekkin, tá City flutti niður aftur í Division One.