Fámjinstunnilin letur upp mikudagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mikudagin í næstu viku letur Fámjinstunnilin upp. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 14. Tunnilin er 1.200 metrar langur, og tilsamans eru eisini gjørdir 1.450 metrar av nýggjum vegi í Øravík og Fámjin.

Hátíðarhaldið verður við tunnilsmunnan Øravíkarmegin, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, heldur røðu. Eisini verða heilsanir frá borgarstjóranum í Fámjin, Jóannis Lisberg, stjóranum í P/F J&K Petersen, Sigtór A. Petersen, og stjóranum í Landsverki, Marjun W. Thomassen.

Tvøroyrar Hornorkestur spælir millum annað verkið Merkið, sum Pauli Hansen hevur skrivað til høvið.

Klokkan 14:30 verður snórurin kliptur, og tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Eftir hetta bjóða Landsverk, Fámjins kommuna og Tvøroyrar kommuna øllum til drekkamunn í Vesturhøll í Fámjin.

Áðrenn hátíðarhaldið, klokkan 12:45, ber til at renna, ganga, trilla ella súkkla ígjøgnum tunnilin. Tað verður gjørt í samstarvið við rennifelagið Hvistan. Tilmelding er ikki neyðug.