Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Tað skrivar Vestmanna kommuna.
Endamálið við nýggju fyritøkuni er at leiga út kajakkir og annað. Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum í Vestmanna longu í vár.
Jan Haldansein sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og lætt at koma í kajakkirnar. Har er eisini grunt, so tey, sum skulu rógva kajakk trygt og gott kunnu læra seg inni í hylinum.
Vestmanna Kommunaa hevur gjørt tveir leigusáttmálar við Jan Haldansen. Annar er ein leigusáttmáli um leigu av neysti í styttri tíðarskeið, so viksemið kann byrja. Hin leigusáttmálin er ein langtíðarsáttmáli um leigu av neystagrund til at byggja neyst til kajakkvirksemið.
Jan Haldansen greiður frá, at ætlanin er at byggja upp eina veiting til ferðafólk í miðstaðnum og skapa lív aftur í økið, sum kann byggjast út so við og við.
– Vit vilja verða við til at skapa nakað annað, her í økinum og ein møguleika fyri øll, sum búgva her og vitjandi. Vit hava nógvar ferðafólkamøguleikar, og er hetta ein møguleiki fyri øll, sigur Jan Haldansen.