FM1 hitti sera væl nøgda landsliðsvenjaran, Claus Leth Mogensen, í morgun, og hann segði, at landsliðshópurin ikki ordiliga hevur fingið lagt søguliga dystin í gjár aftur um seg. Men tað fara tey at gera gjøgnum dagin í dag.
– So fara vit, at hyggja fram móti dystinum móti Danmark. Tað verður sjálvandi eisini ein stórur dystur hjá leikararunum, tí Danmark er jú ein av favorittum, sigur Claus Leth Mogensen
Landsliðsvenjarin, sum sjálvandi kennir Danmark rættiliga væl, greiðir víðari frá, at Føroyar aftur í morgin fara eftir einum so góðum avriki sum gjørligt.
Hann sigur víðari, at tað verður torført at verða eins væl fyrireikaður móti Danmark sum móti Kroatia, tí Danmark hevur so breitt lið, at tað verður torført hjá okkum at náa sama støði.
– Eg vænti tó, at vit fara at spæla ein góðan dyst í verjuni. Men tað verður helst avbjóðandi í álopinum, sigur landsliðvenjarin.
Claus Leth Mogensen ætlar aftur at verja við eini 6-0-verju í morgin, tí Danmark er so sterkt í støðunum ein móti einum, at tað verður alt ov gott pláss, um vit fara ov langt fram at verja.
– Helene Elver Hagesø er ein av heimsins bestu fintuleikarum í løtuni, so tað verður ikki stuttligt hjá tí leikaranum, sum verður einsamallur við henni, sigur landliðsvenjarin.
Claus Leth Mogensen sigur at enda, at Føroyar fara at spæla skjótan hondbólt í morgin, hóast Danmark eisini dugir væl at spæla skjótt.
– Tað liggur ikki til okkum at spæla seint, vit mugu spæla okkara spæl so gott sum gjørligt, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur landsliðsvenjarin.