Okkara EM-kvinnur í hondbólti komu í gjár upp á pláss í Basel, og í morgun var tíðindafundur á hotell Mövenpick, har spælararnir búgva. Klokkan 10 føroyska tíð vandu Føroyar í St. Jakobshøllini, har dysturin móti Sveis verður spældur fríggjadagin klokkan 17 føroyska tíð.
Á tíðindafundinum legði landsliðsvenjarin Claus Leth Mogensen dent á, at tað verður eitt stórt upplivilsi at spæla móti vertslandinum í fyrsta dystinum. EM-luttøkan verður eitt gott upplivilsi hjá okkara gentum, sum vit skulu byggja víðari á, segði hann.
Landsliðsvenjarin segði eisini, at tær mugu royna at spæla betri, enn tær nakrantíð hava gjørt, fyri at kunna arga hini londini.
– Vit droyma um at fáa stig, og tað fara vit eftir.
Claus Leth Mogensen sigur, at hóast Sveis ikki hevur so stóra søgu í hondbólti, so hevur Sveis satsað nógv seinnu árini, og leikararnir spæla nú við stórum feløgum, so tær hava gjørt tað gott. Sveis hevur vunnið seks dystir á rað, so tær koma við stórum sjálvsáliti.
Um spælistílin hjá Sveis, sigur Claus Leth Mogensen, at tær spæla rættiliga skandinavikst við 6-0 verju og skjótum álopsspæli.
Hóast Sveis spælir skjótan hondbólt, so ætlar Føroyar eisini at spæla skjót og taka tey skjótálopini, sum kunnu geva løtt mál. Claus Leth Mogensen leggur tó dent á, at Føroyar mugu kontrollera ferðina. Spæla vit ov skjótt, so er vandi fyri feilum, og teir verða revsaðir skjótt av londum sum Sveis.
– Vit mugu vurdera, nær vit fara skjótt fram, og nær vit skulu byggja álopini upp.
Eisini leggur landsliðsvenjarin dent, at tað er týðandi at halda stóra strikuleikaranum, Tabeu Schmid undir 10 málum.
Claus Leth Mogensen vil sjálvandi ikki siga nógv um tær alternativu ætlanirnar hjá Føroyum, men nevnir kortini, at ein 5-1 verja er ein møguleiki, um vanliga verjan ikki riggar.
Annars sigur landsliðsvenjarin, at í morgin ræður um, at halda umstøðunum uttanfyri og spæla hondbólt.
Alt er nógv øðrvísi enn vanligt hjá leikarunum. Tað verður nógv trýst á, nógvir áskoðarar, nógvir miðlar og leikararnir ganga runt millum heimsstjørnur frá hinum londunum á hotellinum, har øll londini búgva. Tað ræður um, at halda øllum hesum uttanfyri, tá ið vit fara á vøllin, sigur Claus Leth Mogensen
– Vit fara inn at spæla tann besta dystin vit nakran tíð hava spælt, sigur landsliðsvenjarin at enda. Hann væntar eisini, at teir 400 føroysku áskoðararnir klára at taka dystum upp við teir 5600 heimaáskoðararnar.