,

Fara til samráðingar við Russland fyri 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Avgerð er nú tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2025. Tað boðar Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið frá í morgun.

Í farnu viku ráðførdi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2025.

Svarið er viðgjørt, og avgerð er tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2025.

Samráðingarnar verða hildnar á talgildum palli í hesi vikuni.