FarCargo byrjar at flúgva í oktober

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú er greitt, nær nýggja føroyska flutninsflogfelagið, FarCargo, fer til verka.

Felagið hevur keypt eitt Boeing 757-200 flutningsflogfar, sum kann lasta 35 tons av laksi á hvørjum túri, og nýggjasta kunningin er, at felagið fer at byrja sína rutu í oktober, so skjótt felagið fær flogfarið.

Ætlanin er at flúgva úr Vágum til Newark í New York fimm ferðir um vikuna, meðan flogið verður via Billund á túrinum heim, har felagið fer at bjóða seg fram at flyta vørur úr USA til Evropa.

Tað upplýsir stjórin í FarCargo, Birgir Nielsen, fyri miðlinum, AeroTime.

Ætlanin seinkað
Ætlanin hjá FarCargo var annars at fáa sítt Boeing 757 farmaflogfar í desember í fjør, men fyrst var tað seinkað, og nú er tað so skift út við eitt annað flogfar.

– Vit hava slept ætlanini við fyrra flogfarinum og fáa okkum eitt munandi nýggjari flogfar til farmaflúgvingina í staðin, segði stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, í viðtalu við Kringvarpið í februar í ár.

Partur av manningini sett
Hóast fyrireikingarnar til farmaflogverkætlanina hjá FarCargo hava gingið heldur striltið, so hevur felagið sett part av flogmanningini, sum hevur verið til eina kravda simulatorútbúgving í Fraklandi fyri at lúka krøvini at flúgva Boeing 757-200 flogfarið.

Ætlanin er, at farmaflogfarið skal flyta feskan laks hjá Bakkafrosti úr Føroyum til amerikanska marknaðin, men møguliga verður flogið aðrastaðni eisini.