Við Fast Track skipanini kunnu føroyingar og útlendingar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum uttan at vilja tað.
Tað heldur Súsanna Bertholdsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, fyrispurning um viðurskifti við Fast Track skipanini.
Súsanna Bertholdsen vísir á, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða við Fast Track skipanini, eru tryggjaðir í minsta lagi 40 tímar í arbeiðsvikuni. Hinvegin eru føroyingar bert tryggjaðir 32 tíma arbeiðsviku við fiskavirkisskipanini hjá ALS, sum er í mesta lagi 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn.
-Sálarliga arbeiðsumhvørvið á virkjunumkann gerasttyngjandi, tá lítið arbeiði er,og verða føroyingar og útlendingar, uttan at ynskja tað, settir upp ímóti hvørjum øðrum, tí útlendingarnir hava fyrimun framum føroyingarnar og eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku, sigur Súsanna Bertholdsen, sum tí vil hava landsstýrismannin at svara, um arbeitt verður fram ímóti, at tað kann sleppast undan ójavna í tryggjaðum arbeiðstímum millum útlendingar og føroyingar.
Fast Track skipanin kom í gildi í 2021 og hevur til endamáls at gera tað lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa útlendska arbeiðmegi til Føroya, tá arbeiðsloysið í Føroyum er undir 3,5 prosent.
Súsanna Bertholdsen vil eisini hava at vita, hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum hava arbeiðsloyvi í Føroyum, síðan Fast Track skipanin kom í gildi, og hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum arbeiða innan flakavinnuna í Føroyum.