Fasti Gerðarrættur gjørt niðurstøðu: Óheimilað stríðsstig hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fasti Gerðarrættur varð kallað saman í gjár at viðgera eitt skundmál – eftir fyrst ein kunnandi fund, og síðan fund, eftir at Fíggjarmálaráðið hevði kært Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar fyri at lýsa arbeiðssteðg beinavegin, uttan nakra fráboðanarfreist.

Fasti Gerðarrættur staðfestur í úrskurði, at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á middegi í gjár bóðu allir sínar limir niðurleggja arbeiðið, skrivar Kringvarpið.

Hetta gjørdi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sum eitt aftursvar til, at Løgtingið í gjár bleiv kallað saman fyri at leggja seg uppí verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Sostatt mugu allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum felagið sendi heim í gjár, møta aftur til arbeiðis í dag.