EB/Streymur hevði nýggjan málverja í dag ímóti TB, tí fyrstavalið, Jóannes Davidsen, fekk ein lítlan snudd undir venjing í vikuni. Tískil varð Fayo Kruse settur í mál. Fayo hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómsliðum, sum hann hevur havt aldur til.
Síðani januar 1993 spældi felagið sum felagsdeildin EB/Streymur millum Eiðis Bóltfelag (EB) og Ítróttarfelagið Streym, men í 2011 vórðu EB og Streymur niðurløgd og nýtt felag sett á stovn, sum í dag eitur EB/Streymur. EB/Streymur er tískil yngsta fótbóltsfelag í Føroyum.
Í nógv ár áttu málmenn uttanífrá málmansplássið hjá EB/Streymi. Nevnast kunnu Páll Guðlaugsson, Gunnar á Steig, René Tórgarð, Rói Zachariasen og Kristian Joensen, men í ár hevur Jóannes Davidsen higartil átt plássið.
Undan dystinum í dag varð 20 ára gamli Jóannes Davidsen skaddur og 19 ára gamli Fayo Kruse fekk møguleikan í EB/Streyms-málinum. Fayo hevði fleiri góðar bjargingar, serliga tá Jens Erik Bruhn hegnisliga hælaði bóltin beint inn móti fyrru stong, men Fayo bjargaði meistarliga. Sami Jens Erik hevði eisini eitt gott skot, men aftur bjargaði Fayo og somuleiðis hevði Fayo eina góða bjarging, tá Olivur Renéson Thomsen royndi seg. Í 79. minutti hevði Fayo tó ongan møguleika, tá Samudeen skallaði bóltin í málið eftir hornaspark.