Fótbóltsspælið í Fredericia kann fylgjast aftur til 17. juni 1896, tá Fredricia Boldklub varð stovnað, sum spældi í bestu deildini í 1927-28 og 1928-29, men megnaði ikki at spæla seg til DM-endaspælið. Millum leikararnar á liðnum var Thorvald Schultz, sum var fyrsti leikarin á danska A-landsliðnum uttan fyri høvuðsstaðin. Hann spældi við Fredricia Boldklub árini 1916-17, 1919-20 og at enda 1926-30. Hann var seinni venjari hjá bæði Østbyen Boldklub (Fredericia) og Fredericia Boldklub.
Í 1953 løgdu Fredericia Boldklub og Østbyen Boldklub (Fredericia) saman. Nýggja navnið gjørdist Fredericia forenede Fodboldklubber (FfF). “Ætlanin var – sum ein av teimum stóru leiðslupersónunum hjá FB og seinni FfF, Thorkild Hansen, førdi fram – sjálvandi, “…at savna teir ordiliga góðu leikararnar í báðum feløgunum í einum sterkum liði umframt, at felagið við samlaða limatalinum kundi gerast eitt stórfelag.”
Tann 3. januar 1991 løgdu Fredericia forenede Fodboldklubber og KFUM’s Boldklub – Fredericia (sum varð stovnað 30. mars 1916) saman til Fodbold Club Fredericia af 1991, men í 2002 tók FfF seg úr samstarvinum, so í dag er tað bert KFUM’s Boldklub – Fredericia, sum er móðurfelag.
Síðani 2011 hava Fredericia forenede Fodboldklubber og Fredericia KFUM aftur samstarvað sum veitingarfeløg hjá FC Fredericia.
Kappingarárið 2024-25 flutti FC Fredericia upp sum tveyari og tann 20. juli 2025 spældi felagið fyrsta dystin í Superliguni, men tapti 2-3 fyri FC Nordsjølland á Monjasa Park, hóast Gustav Marcussen legði FC Fredericia á odda eftir bert 58 sekundum. Mattias H. Lamhauge sat á bonkinum allan dystin. Aðrir føroyskir leikarar, sum hava umboðað FC Fredericia, eru: Johan Byrial Hansen, Jóan Símun Edmundsson, Viljormur Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad og Daniel Johansen.