Sunnudagin klokkan 14.00 tekur FC Suðuroy móti EB/Streymi í Betrideildini hjá monnum í fótbólti, og verður hetta fyrsti heimadystur hjá FC Suðuroy í Betrideildini síðani 2015.
FC Suðuroy vann sum kunnugt í fjør uppflyting til Betrideildina, og nú er so fyrsta umfar í Betrideildini á skránni.
Í samband við at FC Suðuroy aftur er í Betrideildini, verður nýggj FC Suðuroy leikskrá partur av fótbóltinum á Eiðinum í Vági.
Seinastu árini hevur FC Suðuroy varpað ljós á fótbóltin á Eiðinum í Vági við stroyming av fótbólti á Eiðinum á Youtube rásini FC Suðuroy TV. Men nú Televarpið tekur yvir stroymingina, so hava vit tikið stig til FC Suðuroy leikskránna, sigur Dennis Holm, sum hevur ábyrgd av leikskránni.
FC Suðuroy leikskráin verður útgivin talgilt og verður ókeypis, og leikskráin verður løgd út á facebook vangan hjá FC Suðuroy í døgunum áðrenn heimadystin, og fyrsta útgávan er nú tøk her.