Útsetti dysturin í Betrideildini hjá monnum millum FC Suðuroy og EB/Streym verður spældur leygardagin 22. mars klokkan 14.30 á Vágseiði. Hetta er dystur í fyrsta umfari í Betrideildini hjá monnum.
Orsøkin, at dysturin varð útsettur, var nógvur vindur og keðilig ætt, sum gjørdi, at tað ikki var spælandi á Vágseiði. Kappingardeildin í Fótbóltssambandi Føroya valdi tí saman við feløgunum at útseta dystin.
Úrslitini í 1. umfari í Betrideildini:
- HB – B68 3-2
- TB – Víkingur 1-1
- NSÍ – B36 4-3
- KÍ – 07 Vestur 3-1