Fer eisini at tosa grønlendskt í Fólkatinginum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Grønlendska Fólkatingsumboðið fyri Siumut, Aki-Matilda Høegh-Dam, skapti eitt sindur av vreiði í Fólkatinginum, tá hon valdi at tosa á grønlendskum av talarastólinum í Fólkatinginum, tá orðaskifti var um ríkisfelagsskapin í mai í ár.

Hennara grundgeving var, at tað er ein leivd frá kolonitíðini, at vit framvegis bert tosa danskt frá røðarapallinum.

– Vit mugu kunna rúma málini hjá hvørjum øðrum, segði hon millum annað, og noktaði at umseta til danskt, tá hon varð biðin at gera tað av formanninum í Fólkatinginum.

Millum annað Karsten Hønge úr SF kallaði tað eitt “mediestunt”, ið grønlendski fólkatingslimurin gjørdi, og segði seg ikki vilja finna seg í tí og vildi tí ikki fylgja upp upp á ein fyrispurning, hann hevði sett henni.

Í september fer Aki-Matilda í orlov í tvær vikur, og í hennara stað kemur Markus Elias Olsen. Hann tekur við tann 22. september og fer tí at taka lut, tá Fólkatingið kemur saman aftur 3. oktober, og verður eisini við, tá danski forsætisráðharrin fer at halda setanarrøðu í Fólkatinginum í samband við, at nýtt tingár byrjar.

– Eg fari sjálvandi at taka lut í kjakinum, og eg síggi fram til at hoyra, hvat forsætisráðharrin hevur at siga um sambandið millum okkara lond, tá hon fer at halda sína setanarrøðu. Eg fari ikki at halda mær aftur at geva mína meining til kennar, og tað verður á grønlendskum, upplýsir Markus Elias Olsen frá Siumut fyri Sermitsiaq.AG.

Hann sigur, at hann longu er í holt við at fáa ein tulk til endamálið, sum hann ger í samstarvi við avgreiðsluskrivstovuna hjá Aki-Matildu Høegh-Dam.