Ferðafólk breyt armin – og eitt annað breyt beinið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ikki færri enn tvær ferðir í gjár máttu bjargingarfólk út at bjarga ferðafólki, sum var komið illa fyri í føroysku náttúruni.

Fyrrapartin var ein kvinna dottin á Kalsoynni, og tað vísti seg, at hon hevði brotið armin. Kvinnan varð koyrd til Syðradals, og síðani førdi Ziska hana til Klaksvíkar, har hon slapp á sjúkrahúsið.

Seinnapartin vóru aftur boð eftir bjargingarfólki, og hesaferð varð eisini neyðugt at biðja tyrluna um ein hjálp. Ein útlendsk kvinna var farin út til Bøsdalafoss í Vágum, har hon var dottin og hevði brotið beinið.

Tyrlan flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið.