Ferðafólkaflogfar dottið niður í Washington

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eitt flogfar hjá American Airlines á veg til Washington rendi í nátt føroyska tíð saman við eini herðnaðartyrlu og datt niður. Flogfarið datt niður í ánna Potomac.

64 fólk vóru umborð, og higartil er eingin funnin livandi. Tríggir herðmenn vóru umborð á hernaðartyrluni, sum var á eini venjingarferð. Løgreglan sigur, sambært CBS News, at fyribils eru 18 deyð ferðafólk tikin upp úr ánni.

Amerikansku flogmyndugleikarnir vátta, at talan var um eitt innanlandsflogfar og eina Sikorsky H-60 hernaðartyrlu.

Leiti- og bjargingararbeiðið er framvegis í gongd, og kavarar frá løgregluni og sløkkiliðnum luttaka.

Kuldai og vindur gera bjargingarumstøðurnar sera torførar. Hitin í ánni er millum 1 og 2 stig, og flogfarið er brotið sundur í tvey.