Ferðaseðlarnir til Berlin skræddir burtur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Klokkan 13 í dag setti Atlantic Airways ferðaseðlarnar til Berlin í januar mánaði til sølu, men bert hálvan tíma seinni vóru allir ferðaseðlarnir skræddir burtur, og í løtuni er tí útselt.

Upprunaliga ætlaði Atlantic Airways at hava tríggjar fráferðir til EM-endaspælið í hondbólti í Berlin, men eftir at tað gjørdist greitt, at stórur áhugi var fyri at flúgva beinleiðis til Berlin, gjørdi Atlantic Airways av at seta tríggjar fráferðir inn aftrat.

Hesar seks fráferðirnar eru altso allar útseldar, men við portal.fo sigur Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, at arbeitt verður við at gera upp aftur fleiri fráferðir.