Ferðaseðlarnir til New York verða tøkir í morgin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ferðaseðlarnir hjá Atlantic Airways úr Føroyum til New York verða tøkir á heimasíðuni hjá Atlantic Airways klokkan 13 í morgin.

Upprunaliga skuldi vera møguligt at bíleggja ferðaseðil til New York í gjár, men okkurt var áfatt við bíleggingarskipanini.

Eftir øllum at døma hevur verið rættiliga nógvur áhugi eftir ferðaseðlunum, tí telefonin hjá Atlantic Airways hevði ringt allan seinnapartin í gjár, tí tí tað bar ikki til at keypa ferðaseðlarnar.

Við midlar.fo í gjár segði Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, at tey vónaðu at fáa ferðaseðlarnar upp á heimasíðuna sum skjótast, og nú er altso greitt, at hetta verður klárt í morgin klokkan 13.

Atlantic Airways flýgur til New York frá 22. August til 4. Oktober í ár.