,

Hittast til stevnu 8. nov­ember

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Ferðavinnustevnan 2024 verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 8. november, upplýsir Ferðavinnufelagið.

Ráðstevnan byrjar seinnapart, og síðani verður veitsla um kvøldið, skilst. Undir veitsluni verða heiðursbrøv handað til ‘ársins ferðavinnufólk’, ‘ársins nýbrot’ og ‘ársins eldsál’.

Ferðavinnustevnan er fyri “øll sum virka í ferðavinnuni.”

‘Ársins ferðavinnufólk’ er til persónar ið “gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.”

‘Ársins eldsál’ er til fólk sum “hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí sum tey hava lagt fyri dagin.”

‘Ársins nýbrot’ er til “tey sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, ið hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: Einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.”